View Lyrics: Ró (Vestmenn) Modal close icon

Viewing lyrics for Ró (Vestmenn) by Martin Joensen.

Sólskinstøgn yvir okkum nú,
luftin fevnandi mjúk.
Einsamøll livandi eg og tú,
ósøgdu orðini siga mær alt.

Jørðin okkara, himinin við.
Døggváta grasið lær.
Áin lokkar og teskar um frið:
Alla tíð ver hjá mær.

Sirmið sorgblíða, silkibleytt,
svalir rodnandi húð.
Signað vit og av gleði mett.
Aldri var heimur so sannur sum nú.

Dagmett sól søkir niðublund,
klokka bíðandi slær.
Skýmingstrøll seta friðarfund,
hoyrdi tú hamranna suðandi svar?

Máni, vøkuljós ver í nátt!
Mjørki, dýna ver tú!
Stíga vit so um dreymagátt;
gandaði heimur, ver altíð sum nú.
Vocal: Ólavur Højgaard

Morgun, bíða tú kanst eitt bil,
sov tær megi í nátt.
Vøkumaðurin verja vil,
teskar í tøgnini: »Alt vil tær gott«.

Close