View Lyrics: Min Sorg (My Sorrow) Modal close icon

Viewing lyrics for Min Sorg (My Sorrow) by Stanley Samuelsen.

Mín Sorg / My Sorrow
J.H.O. Djurhuus 1902 / Stanley Samuelsen 1986

Mín sorg er ein kvinna so marmorbleik,
hon stendur á brimbardum strondum,
hon hoyrir stormanna villa leik
og dans á fjallbygdum londum

Tá flagsar í vindinum náttmyrka hár,
og snarljós úr eygunum fljúgva:
hvat leingi vilja tit, vónleysu ár,
sum svangir ormar meg súgva?

Statt upp bleiki vinur, úr vátu grøv,
og kvøð um tær følnandi urtir,
og dansa við mær yvir stynjandi høv,
til vit hvørva í mjørkanum burtur.

Tá skalt tú mær kvøða so trøllsligt eitt ljóð
sum dvørgur í homrunum grætur,
sum fylgjan í gjáunum grenjar óð
tær stormandi vetrarnætur.

Tá skalt tú mær spæla so trøllsligt eitt lag
sum norðlanda ódnar náttin,
tá ravnurin høgt í berginum kvað
yvir manni, sum oman var dottin.

Mín sorg er ein kvinna so ísnandi køld,
eitt marmorbleikt andlit at skoða,
ein vølva, sum úr eini horvnari øld
vil frá eini komandi boða.

Close